top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Vágs kommuna liggur væl fyri, á fleiri økjum

Okur skulu halda fast við tað góða í nýggjastu nøgdsemiskanningini og syrgja fyri, at uppraðfesta, tað minni góða sum nýggjasta kanningini yvir kommunur í Føroyum vísir.


Okur mugu komandi tíðina í Vágs kommunu, taka hædd fyri nýggjast nøgdsemiskanningini sum Kringvarpið og Ljóður hava gjørt yvir kommunur í Føroyum, har okur hava nøkur økir, sum liggja ovarliga og onnur økir liggja heldur niðarliga.


Hóast Vágs kommuna fær sera høga meting innan mentan og trivnað, har tað serliga er ítróttarkarmar og barna og ungdómsøki sum liggja høgt í mun til aðrar kommunur í Føroyum.


So skulu okur halda fast við øllum tí góða, tvs tey økini sum liggja væl í kanningini, skulu heldur ikki niður raðfestast í framtíðini. Eitt er at hava góðar karmar, tað krevur eisini viðlíkahald og nýskapan.


Ítróttarmøguleikar liggja ovarliga í kanningini. Hóast tað, so skulu okur halda fast viđ góðu gongdina, serliga treingja ítróttarognirnar hjá Vágs kommunu at haldast viðlíka og nýskapan.


Bæði VB húsið og ítróttarhøllin treingja framvegis til stórar ábøtur. Hesar kommunalu ognir, hava okur skyldu til at viðlíkahalda og uppraðfesta enn meira. Ljóðviðurskiftini í ítróttarhøllini eru útav lagið vánaligt. Hóast onkrir batar eru gjørdir. Her mugu okur gera nakað meira framyvir.


Somuleiðis mugu okur halda áfram at gera karmarnar í VB húsinum betri. Vøkru ves viðurskiftini eru nú komin í rættlag, men okur skulu halda fram at betra um ítróttar- viðurskiftini Vesturið á Eiðinum. Har arbeiðsfólk og eldsálir, eisini hava gjørt framúr arbeiði seinastu árini.


Tað er eitt krav, at hava gott ljós kring fótbóltsvøllin, tað arbeiði skal gerast og fyrireikingaarbeiði til tað er longu fari í gongd. Somuleiðis mugu nýggj áskoðarskýlið gerast. Nú FC Suðuroy er flutt upp í bestu deildina.


Hinvegin mugu okur ikki gloyma, at Páls Høll eisini treingir til enn betri umstøður og ábøtur, m.a má ventilatiónin gerast betri og eg kundi ynskt mær ein vælverudepil tilknýttan til Pálshøll í framtíðini. Men, alt kostar pengar, men her kunnu okur gera eina lantíðarætlan, har kostnarstøði verður staðfest.


Innan barna og ungdómsøki er eisini gjørt sera nógv hesu seinastu árini, serliga eru karmarnir uppraðfestir og Vágs kommuna hevur framvegis eitt av hægstu normering í landinum innan dagstovnaøki. Fyri at fáa barnafamiljur at trivast, má hægri barnafrádráttur til.


Vágs skúli, skal dagførast enn meira, og arbeiði við auditatorium heldur eisini fram.


Trivnaðurin fær eisini høga meting í kanningini, tað er at frøðast um. Trivnaðartiltøkini, sum Virkin Vágur, Johannudagar og Ljósfestin, mugu tískil halda fram.


Við at fríđkað í miðbýnum, eitt nú á Løðhamri og nýtt spælipláss í miðbýðnum, gerð eisini at trivnaðurin hækkar hjá vágbingum.


Okur hava eina ríka mentan í Vági, har nú søvnini, mugu fáa betri umstøður. Menturnarnevndin hevur samtykt herfyri, at seta eina faknevnd, sum í samráð við øll søvnini í Vági, fer í eina tilgongd, at møguliga savnað øll søvnini í eitt stað.


Hinvegin fær bý og bygdararplanlegging, eldraumstøður, at driga vinnu til økið, bústaðarmøguleikar, gøtur, kloakkir, ikki so høga meting í kanningini. Her mugu okur fara enn meira til verka.


Hóast tað, so er gjørt nakað her í seinastuni, eitt nú við at broyta byggisamtyktina fyri Vág. T. e fyri neysta og summarhúsøkir / frítíðarbústaðir í Vági. Hettar so, at vágbingar kunnu fáa størri gagn av egnum eigaraøkjum, um teir ynskja tað.


Longu nú eru eisini ætlanir, hjá nøkrum vágbingum at nýta henda møguleikan. Sum eisini fer at betra um vinnuvirksemi í Vági framyvir.


Somuleiðis hendur nakað innan eldraøki, har samtykt er at byggja eldrasambýlið út. Hinvegin gevur nýggi bústaðarpakkin okkum enn fleiri møguleikar.


Bátahylurin er nýumgjørdur, men fyri nøkrum árum síðani, var avskaffa at landa útróðafiskin her í bygdini. Tað mugu okur fáa í rættlag aftur.


Somuleiðis eru aðrar spennandi verkætlanir fyri framman, sum nærri verður kunna um.


Les meira um nøgdsemiskanningina her https://kvf.fo/kv24



Gott val øll - vh Levi

0 visninger0 kommentarer

Comments


bottom of page