top of page
Forfatters billedeVágstíðindir

Svimjikapping á Stórskíggja

Í morgin verður stór svimjistevna í Páls Høll í Vági - SuSvim Open - sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Kappast verður báðar dagarnar, 10. og 11. apríl, og byrjað verður í morgin klokkan 9.

Startlistarnir til svimjistevnuna kunnu allir síggjast um heimasíðuna hjá Svimjisambandi Føroya - www.ssf.fo.


Kappingin hetta vikuskiftið er seinasti møguleikin at kvalifisera seg til EM í Budapest í mai mánaði, umframt at stevnan í Vági verður hin fyrsta nakrantíð, har føroyingar kunnu royna eftir OL-úttøku.


- Startlistarnir síggjast eisini á www.livetiming.se, har úrslitini verða at síggja beinleiðis so hvørt, sum svomið verður, siga tey í Svimjisambandi Føroya, har tey eisini fara at stroyma frá stevnuni.


Lagt verður aftrat, at stroymingin verður at síggja á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya.


Bjarni Johansen, borgarstjóri, Marlon Kjærbo, formaður í SuSvim og Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini.


Í morgin verður eisini stórskíggin - hin fyrsti av sínum slag í Føroyum - tikin í nýtslu í Páls Høll, og tað er Vágs kommuna, sum hevur keypt stórskíggjan til Páls Høll.

Í dag vóru umboð fyri Vágs býráð fram við í Páls Høll og royndu skíggjan saman við formanninum í SuSvim, Marlon Kjærbo.




13 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Bình luận


bottom of page